Kurvaboltsfelagið Sporðdrekin bleiv stovnað 9/9 2015. Endamálið hjá Sporðdrekan er at íðka og arbeiða fyri at økja um áhuganum fyri kurvabólti. Sporðdrekin hevur í verandi løtu heimavøll í høllini í skúlanum á Argjahamri.

Felagið hevur sum nú er bert eitt manslið. Ætlanin er í framtíðini at fáa bæði kvinnu- og ungdómslið í felagið. Upprunin hjá Sporðdrekanum er at finna í Hamar. Leikarar, ið ár frammanundan hava leikt við Hamar, sóu ein gyltan møguleika, at stovna sítt egna felag og harvið fáa møguleikan, at taka kampin upp við Hamar og nýstovnaða Ravn.

Venjingar eru mikudagar kl. 21 og sunnudagar kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Felagið er mannað við einari nevnd á triðmum: Magnus Jakobsen, Kenneth á Argjboða og Allan Dybczak. Sonni Seyer er tiltakslimur.

Sporðdrekin á Facebook

 

Samband royndin.com